Handilstreytir

Handilstreytir

1. ALMENNAR UPPLÝSINGAR

Pitsa530 Karvatoftir 7, FO-530 Fuglafjørður, Faroe Islands
Teldupostur: [email protected]
Fyritøkubístaður: Innandalsvegur 88 Fuglafjørður, Faroe Islands
V-tal: 626376
Telefon: +298 444446

2. GJALDING

Pitsa530 góðtekur Visakort, Mastercard, Dankort, Apple pay og Google Pay

Upphæddin verður trekt, tá vøran er latin keypara.

Allar upplýstar upphæddir eru í donskum krónum og íroknað mvg.

Fyrivarni verður tikið fyri útseldum vørum og tastifeilum.

3. VØRUR

Pitsa530 selur pitsur og ymiskan grillmat

4. AVHEINTAN

Vørur sum eru keyptar á Pitsa530 skulu heintast her:

Karvatoftir 7

FO-530 Fuglafjørður, Faroe Islands

5. IÐRANARRÆTTUR

Sum keypari hevur tú 14 dagar iðranarrætt, tá tú keypir frá okkum. Tó eru flestu vørur okkara matvørur, og hesar kunnu ikki takast aftur, og tí er ikki iðranarrættur á matvørum.

Til ber ikki at angra keypið við at nokta at heinta vøruna.

6. AFTURBERING

Hevur tú vøru, ið er annað enn matur, mást tú geva okkum vøruna aftur í seinasta lagi 14 dagar eftir, at tú hevur sagt okkum, at tú iðrar títt keyp. Allar útreiðslur í samband við afturbering eigur keypari. Somuleiðis hevur keypari ábyrgd av vøruni í afturberingartíðini.

Iðrar tú, fært tú upphæddina aftur, ið tú hevur goldið í seinasta lagi 14 dagar eftir, at tú hevur iðrað avtaluna. Endurgjald verður veitt á sama gjaldshátt, sum tú nýtti, tá tú keypti vøruna.

Pitsa530 hevur rætt til, at afturhalda endurrindanina til vøran er afturborin.

Iðrar tú keypið, so skal vøran sendast til:

Pitsa530

Karvatoftir 7

FO-530 Fuglafjørður, Faroe Islands

Hesar vørur eru ikki við í iðranarrættinum:

7. REKLAMATIÓN

Sum kundi hjá okkum hevur tú 24 mðr. reklamatiónsrætt. Tað merkir, at tú antin fært vøruna umvælda, umbýtta, pengarnar aftur ella avsláttur alt eftir hvør støðan er. Tað er krav, at reklamatiónin er røtt, og at mangulin ikki er orsaka av skeivari nýtslu ella aðrari skaðiligari atferð.

Sum kundi mást tú reklamera í rímuligari tíð, eftir at mangulin er staðfestur. Verður reklamatiónin gjørd innan 2 mðr. eftir at mangulin er staðfestur, vil reklamatiónin verða rættstundis.

Er reklamatiónin røtt, veita vit endurgjald fyri (rímiligum) fraktkostnaði. Vøran skal altíð sendast aftur í tryggum pakningi og altíð saman við kvittanini, so vit kunnu endurrinda fraktkostnaðin.

Omanfyri standandi er ikki galdandi fyri feskar ella frystar matvørur.

Vørur skulu sendast til:

Pitsa530

Karvatoftir 7

FO-530 Fuglafjørður, Faroe Islands

Tá tú sendur vørur aftur, verður tú vinarliga biðin um at lýsa trupulleikan, so neyvt sum gjørligt.

Vit móttaka ikki vørur við eftirkravi.

8. PERSÓNSDATAVERND

Privatlívspolitikkur okkara kann lesast her

9. Klagur

Ynskir tú at klaga um títt keyp, so kanst tú seta teg í samband við [email protected]. Um tað ikki eydnast at finna eina loysn, kanst tú senda eina kæru til viðkomandi brúkaraumboð.

Tín bíleggining

Ongar vørur eru í kurvuni

Find locations near you

Discover a location near you with delivery or pickup options available right now.